13 Jun
Tórshavn (capital)
100 DKK
Festivalar
Tónleikur

x
Book now
Konsert: Kór og Messingblásarar

KÓJAK: Ólavur Olsen, Kenneth Jones (trompet), Katrin Jørgensen (horn), Jens Knudsen (trombon), Atli Petersen (tuba)

Tórshavnar Kamarkór: Bernharður Wilkinson (dirigentur)

Tórshavnar Kamarkór varð stovnað í 1985 og er mannað við 32 sangarum í 25-55 ára aldri. Kórið er sera virkið og hevur vanliga minst tvær stórar konsertir árliga, umframt eina røð av smærri konsertum kring landið. Sangskráin hjá kórinum spennir vítt, frá krevjandi kórverkum av t.d. Bach til nýskrivaðan føroyskan kórtónleik.

Kórið hevur seinastu árini lagt seg eftir at fara á kórferð uttanlands annaðhvørt ár. Kórið hevur vitjað kórstevnur, kappingar og mentanartiltøk í m.a. Uppsala, Slesvig, Reykjavik, Gotland, París og New York.

Kórleiðari er Bernharður Wilkinson, ið millum annað eisini stjórnar Føroya Symfoniorkestri. Bernharður hevur verið kórsangari í Westminster Abbey og er útbúgvin floytinistur og dirigentur.

KÓJAK er ein siðbundin blásarakvintett og tónleikararnir búgva allir í Føroyum. Bólkurin hevur spælt saman í seks ár. Kvintettin framførir til alskyns tiltøk – frá undirhaldandi tónleiki til fótbóltsdystir til brúðleypir, og tískil er tónleikaliga úrvalið sera breitt. KÓJAK hevur eisini konsertir við siðbundnum messingkvintett tónleiki.

Kostnaður 100 kr., lesandi 50 kr.

Vit fylgja tilmælunum frá myndugleikunum um frástøðu. Avmarkað mongd av atgongumerkjum eru til sølu. 

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

13 Jun 16:00

Price

Book now

Vanligt 100 DKK