SUMMARTÓNAR - Yggdrasil
Bólkurin Yggdrasil varð stovnaður í 1981 av Kristiani Blak, sum hevur skrivað størsta partin av tilfarinum til dags dato.
Síðani 2016 hevur Khanty sangarin Vera Kondrateva úr Sibiriu vitjað í Føroyum regluliga og spælt víða um við Yggdrasil – úr Italiu til Grønlands og Sibiriu, og nú ígjøgnum summarið spæla tey aftur í Føroyum. Vera og Yggdrasil skulu eitt nú spæla á G! Festival mitt í juli og fara í studio 19. juli at taka nýtt tilfar upp.
Vera Kondrateva (sang, slagverk), Villu Veski (saksofon), Heðin Ziska Davidsen (gittar), Kristian Blak (klaver), Mikael Blak (bass), Brandur Jakobsen (trummur)
Address
Sirkus Föroyar
Gríms Kambans Gøta 2
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)
Date
05 Jul
Price
Atgongd 100 DKK