24 May
Tórshavn (capital)
Free
Annað

Summarvinir 2019

x

Vit vilja so gjarna kunnu bjóða fólkum, sum búgva á ellisheimi eina mentanaruppliving í summar, og tí tørva vit tína hjálp!

Nøkur eldri fólk frá ellisheimi verða koyrd í Norðurlandahúsið og kunnu fáa ein drekkamunn og eitt prát í Smakka, áðrenn vit saman fara inn í Klingruna til konsert sum ein part av Summartónum. Tey flestu gomlu eru í rullistóli, so neyðugt verður,  at vit møtast við høvuðsdyrnar, og tey eldru verða koyrd  inn í Kafeteria, og so tosa vit saman og hugna okkum, áðrenn farið verður til konsert.

Hetta tiltakið verður hvønn mánadag frá kl. 14.00-kl. 16.00 í tíðarskeiðnum 15. juni – 15. august 2019.

Tú er vælkomin at vera Summarvinur, sjálvt um tú ikki kanst vera við allar mánadagar í tíðarskeiðnum!

Vit kunnu bjóða tær ein hugnaligan felagsskap, ein drekkamunn, eina konsertuppliving, og tú fært møguleikan at møta nýggjum fólkum.

Vit vóna, at vit kunnu gera eitt gott samstarv við sjálvbodnum Summarvinum, sum kunnu vera við at geva eldri fólki eina góða uppliving!

Hevur tú áhuga í at vera Summarvinur, melda teg so til her. Síðani taka vit eitt prát og leggja eina ætlan.

Freistin at melda seg til er 24. mai 2019!

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

24 May

Price

Free