Súrdeiggjskeið 29-30 Novembur
Book nowGóða lívið skal livast og tú skalt koma til okkara á Sandi at njóta friðin og vakurleikan við praktfullum, hágóðsku súrdeiggjbakstri.
Hála í bremsuna, anda djúpt inn ooooog út….. Sig nei til meldrið og óteljandi ørindi eftir ivasomum ídnaðarbakstri. Breyðørindi í tíð og úrtíð eru nú søga.
Tú ynskir frælsi – heimabakifrælsi og skal nú læra teg at njóta at hava tol at flætta hágóðsku súrdeiggjbakstur inn í tín gerandisdag
Kom og elt! – Kom á bakiskeið og lær um súrdeiggj, týdningin av at lata deiggj ganga leingi, um vistfrøði, grýtubakstur, mjølgóðsku, bakihita, ovnssnildir og um ymisku kornsløgini og tess eginleikar.
Kom og hoyr súrdeiggjbakirøvarasøgur og lær loyndarfull bakikynstur!
Skeiðslærari er Randi Olsen, sameigari í vistfrøðiliga mikrobakarínum Breyðvirkinum í Havn, ið saman við Fríðu Hansen vunnu ársins íverkseti 2021
Á skeiðnum fara vit millum annað at:
-
Arbeiða við súrdeiggi, vistfrøðiligum mjøli og læra um bakitýdningin av hesum
-
Vit læra at gera og halda lív í okkara súrdeiggi
-
Baka mjúkar og broysknar súrdeiggjbollar
-
Baka fullkornsrugbreyð
-
Baka ljós broyskin grýtubrey
-
Baka súrdeiggjpitsu
-
Baka breyðstengur til dipp
Lærari: Randi Olsen, Breyðvirkið
Dato: 29. – 30. november
Tíðspunkt: Dagarnir byrja við morgunmati kl. 08:15, síðani undirvísing til kl. 15:30. Les meira um gerandisdagin á háskúlanum á her.
Støði: Grundskeið
Longd: 2 dagar
Næmingatal: í mesta lagi 14 næmingar
Upptøkutreytir: Ongar. Øll vaksin eru vælkomin.
Prísur: 1400 kr pr. persón (við í prísinum er skeiðsluttøka, gisting á Ísansgarði, lekkur staðbundin matur og deiligt kaffi). Vit hava 4 pláss til sølu uttan gisting, hesi kosta 1.100 kr. Og 4 pláss til tey, ið ynskja at hava børn við, hesi kosta 200 kr.
Address
Mat & Moldmentanarháskúlin
Heimasandsvegur 117
210 Sandur
Sandoy
Date
29 Nov