22 May - 26 Jun
Tórshavn (capital)
Free
Børn & Ung
Annað
Ítróttur & stuttleiki

TABLETOP GAME NIGHT

x

Vit bjóða inn til borðspælskvøld ein heilan LEYGARDAG!

Nú í lekkrum høli hjá nýggja Skúlanum á Fløtum. Sum vanligt vera nógv borðspøl – bæði kend og ókend – og annars alt annað innan ‘tabletop gaming’ at royna, og hjálpa vit tykkum gjarna í gongd. 😄

Talan er um eitt langt ókeypis tiltak frá kl. 16 og heilt móti miðnátt, har man kann koma og fara sum man vil.

Kaffi og annað verður til keyps, og ert tú heppin verður Galdralon á staðnum og selur spøl og tilhoyr – So bjóða vinfólki við og royn okkurt nýtt, ella tak títt yndisspæl við og lær onnur – bæði rigga. 🎲

Øll vælkomin – børn og eldri, roynd og óroynd!

Haldið eyga við Facebook síðuna fyri komandi game nights. 👀

Vit síggjast. 😉

Address


100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Contact

Website

Date

22 May - 26 Jun Every: Sat

Price

Free