22 Nov
Tórshavn (capital)
Free
Bókmentan

Talgilda framtíðin – hvussu fyrireika vit børn og ung á bestan hátt?

x
Book now

Bókin Talgilda framtíðin, kom út í juni mánaða í ár. Bókin, sum fyrst og fremst er ætlað foreldrum lýsir allar tær avleiðingar, sum skíggjanýtslan hjá børnum hevur á læring og menning. Tað er Gitte Klein, mamma, lærari og sálarfrøðingur, ið hevur skrivað bókina.

Á Bókadøgum verður orðaskifti millum høvundan, Gitte Klein, Katrina Petersen, journalist, samskiftisfólk og Heina Hátún, ið er útbúgvin innan leiðslu og informatiónstøkni. Heini og Katrin eru foreldur at børnum í aldrinum 7-13 ár. Tey trý fara at práta um bókina og skíggjanýtslu hjá børnum, og tey fara at royna at flyta orðaskiftið úr heimunum út í almenna rúmið, so skúlar, foreldur og aðrir instansir kunnu byrja at skapa felags normar fyri skíggjanýtslu.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

22 Nov 13:30

Price

Book now Free