Teitur M. Gásadal
Teitur M. Gásadal skuldi hava sína fyrstu framsýning í mars 2020, men hon bleiv avlýst 4 dagar áðrenn vegna at Smiðjan í Lítluvík steðgaði øllum virkseminum orsakað koronu.
Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Síðani í fjør hevur listamálarin arbeitt við fleiri nýggjum málningum og “eksperimenterað” enn meira, og nú hevur hann fingið tíð aftur í Smiðjuni. Leingi er tað, sum væl skal vera.
Øll eru vælkomin inn á gátt í Smiðjuni í Lítluvík frá 2. – 6. apríl til kaffi og prát, ella bara at síggja nakrar feitar, ørðvísi og abstraktar oljumálningar.
Address
Smiðjan í Lítluvík
Skálatrøð
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)
Date
02 Apr - 06 Apr
Every:
Mon
16:00
Tue
16:00
Fri
16:00
Sat
16:00
Sun
16:00