06 Jul - 20 Jul
Tórshavn (capital)
50 DKK
Børn & Ung
Verkstovur

Tekning við Pernille Mejslov

x
Book now
Dámar tær at tekna? Og kundi tú hugsa tær at duga betri at tekna fólk og andlit? So er hetta nakað fyri teg. Fyri børn 10 ár og eldri.

Pernille Mejslov fer at vísa tær hvussu tú kanst bæði tekna og rokna út, hvussu tú kanst tekna fólk og andlit – bæði frammanífrá og frá síðuni. Eisini fer hon at greiða stutt frá, hvussu kroppurin hongur saman. Dagurin gongur við at skifta millumfrágreiðing og undirvísing í, hvussu mann kann tekna og stundir til at tekna sjálv. Dagurin endar við eini felags gjøgnumgongd.

Ein frokoststeðgur verður, so vit heita á luttakarar um at taka matpakka við.

Tú ert vælkomin til ein ella fleiri av døgunum, um tú hevur hug at læra og venja teg (nógv) meir.

Tilfar er við í prísinum. 

Aldursbólkur: frá 10 ár. 

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

6 Jul 2020 10:00
13 Jul 2020 10:00
20 Jul 2020 10:00

Price

Book now

Vanligt 50 DKK