24 Sep
Tórshavn (capital)
2880 DKK
Ráðstevnur

Temadagur | Brinkmann, Willerslev & Nørretranders

x
Book now

Statt fast | Hugsa vilt | Hygg fram

Hvussu skalt tú stýra tínum lívi og arbeiðslívi í einum umskiftiligum heimi?

Á skránni | 3 sterkir kjakarar um tíðarinnar rák.
Kom og hoyr Svend Brinkmann greiða frá, hví hann heldur tað vera so týdningarmikið at STANDA FAST. Rane Willerslev, sum heldur, at vit tvørturímóti skulu HUGSA VILT og Tor Nørretranders, sum sigur, at vit skulu HYGGJA FRAM.

Út frá teirra dagliga virki og ritverkum leggja vit til merkis, at teir síggja heimin frá hvør sínum sjónarhorni. Í hesum sambandi hava teir skrivað bókina SAMTALEKUR, sum – umframt Stå fast, Tænk vilt og Se frem – verður ein av snúningsdeplunum á degnum. Hvussu kunnu teir – sum eru so ymiskir – hava eina góða, mennandi og gevandi samrøðu? Og hvussu kunnu vit?

Stimbrandi, forkunnugt og prikandi vilt!
Tú fært ein dag, sum er fullur við rámandi fyrilestrum og samrøðum. Tú fært vitan og innlit í, hví tú eigur at standa fast, hugsa vilt og hyggja fram.

Kom og síggj tilveruna frá nýggjum sjónarhornum. Tú fært inspiratión, motivatión og verður lyft/ur uppfrá.

Vit hjúkla um teg á degnum, har tú fært lættan morgunmat, miðmála og drekkamunn seinnapartin við onkrum søtum afturvið.

Tað verður bæði stimbrandi, forkunnugt og prikandi vilt!

Gleð teg!

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

24 Sep

Price

Book now

prísur uttan mvg 2880 DKK