Terji Rasmussen við Kim Hansen
Book nowTað er við gleði, at vit kunnu boða frá, at Terji Rasmussen kemur í Mentanarhúsið at spæla fyri okkum leygarkvøldið 2. oktober kl. 22.
Umframt Terja, sum syngur og spælir guitar, verður eisini Kim Hansen á tangentum, so hetta verður heilt vist ein framúr góð konsertuppliving í einum av bestu spælustøðunum í landinum.
Teir fara at spæla eina rúgvu av sangum hjá Terja sum eru komnir út millum ár og dag. Helst fara vit at hoyra teir kendastu sangirnar, men tað eru so nógvir aðrir góðir hjá Rasmussen, sum vit vanliga ikki hoyra so nógv til. Tí verður spennandi at vita, hvørjar av hesum mongu sangum vit fara at hoyra.
Address
Mentanarhúsið í Fuglafirði
Karvatoftir 5
530 Fuglafjørður
Eysturoy
Date
02 Oct 22:00