13 Oct
Tórshavn (capital)
495 DKK
Tónleikur

The King's Singers

x
Book now
1. mai 1968 settu seks nýútbúnir sangarar frá King’s College í Cambridge á stovn vokalbólkin The King’s Singers. Raddarsamansetingin var tá (av tilvild) tveir kontratenorar, ein tenorur, tveir baritonar og ein bassur, og bólkurin hevur hildið seg til hetta síðan.

Tað, sum sermerkti bólkin frá byrjan av, var tónlistarligt fjølbroytni. The King’s Singers høvdu eina fasta løtu í bretskum sjónvarpi í bestu senditíð, har teir sungu vælumtóktan tónleik, sum onki kór vanliga hevði farið í holt við. Við teirra serligu bretska sjarmu og og fantastisku røddum, teknikki og samljóði sungu teir seg beint inn í hjørtuni á áhoyrarum kring allan knøttin. Bólkurin hevur alla sína tíð javnan verið boðin at framføra á heimsins størstu pallum – frá Royal Albert Hall í London til Opera House í Sidney og Carnegie Hall í New York. Teir eru vornir ein altjóða ímynd av tónlistaligari dygdargøðsku. Á hillini við heiðurslønum standa umframt óteljandi aðrar tvær Grammy® virðislønir og ein Emmy® virðisløn. The King’s Singers vóru eisini á tí allarfyrsta Grammophone Magazine Hall of Fame.

Alskurin til at syngja fjølbroyttan tónleik hevur birt uppundir hugin hjá The King’s Singers til at skapa nýggjan tónleik. Teir hava bílagt eina ørgrynnu av nýggjum verkum frá nógvum av størstu tónaskøldunum í nýggjari tíð. Nevnast kunnu t.d. Sir John Tavener, Toru Takemitsu, John Rutter, Luciano Berio, Nico Muhly, György Ligeti og Eric Whitacre. Umframt hetta er ein mongd av verkum, sum eru løgd til rættis av nýggjum serliga til the King’s Singers.

Heimurin er nógv broyttur hesi 50 árini, sum eru liðin, síðan upprunaligu The King’s Singers funnu saman, men bólkurin er enn í dag drivin av somu lívsnervu – einari lívsnervu, sum vil útstrála gleðina, sum ein hvønn dag fær av at syngja.

Heimasíða: www.kingssingers.com

Facebook: King’s Singers

Twitter: @kingssingers

Instagram: kingssingers

Spotify: The King’s Singers

YouTube: kingssingersvideos

Soundcloud: The King’s Singers

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

13 Oct 19:30 - 21:30

Price

Book now

Vaksin 495 DKK