09 Apr - 27 Jun
Tórshavn (capital)
Free
Myndlist

The Weather Diaries endursagdar

x

Í vár verða The Weather Diaries, veðurdagbøkurnar, endursagdar í forhøllini á Listasavni Føroya. The Weather Diaries er ein framsýning, sum tók skap frá 2012-2014, tá listatoymið Sarah Cooper og Nina Gorfer ferðaðust í Íslandi, Føroyum og Grønlandi og pallsettu og tóku myndir av arbeiðinum hjá 12 lokalum sniðgevum. Verkætlanin kannar røturnar í norðurlendskum móta og siga søguna visuelt. Ferðin úrslitaði í eini stórari serframsýning, sum ferðaðist altjóða.
Í Føroyum samstarvaðu Cooper & Gorfer við Barbaru í Gongini og Guðrun & Guðrun. Úrslitið gjørdist sterkar frásøgumyndir við greiðum tilvísingum til mentanararv og søgu. Listaverkini hugleiða um, hvussu nútímans sniðgeving tulkar og endurtulkar siðvenjur, og hvønn leiklut estetikkur hevur í fatan av okkara samleika.

Frá 9. apríl til 27. juni ber til at uppliva The Weather Diaries endursagdar í seks stórum fotomyndum og skulpturum úr ull hjá Guðrun & Guðrun í forhøllini á Listasavni Føroya.

Address

Listasavn Føroya

Gundadalsvegur 9
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

09 Apr - 27 Jun Every: Tue
Wed
Thu
Fri
Sat
Sun

Price

Free