20 Jun
Tórshavn (capital)
Free
Myndlist
Børn & Ung

Til barnafamiljur: Leygardagsrundvísing á Listasa

x

Rundvísingar eru somu tíð hvønn leygardag alt summarið.

Kl. 14:00 kunnu barnafamiljur koma til rundvísing á Listasavni Føroya.

Rundvísingin tekur umleið 30 minuttir og vendir sær serliga til familjur, har børnini eru millum 6-12 ár.

Kom við á eina spennandi rundvísing í barnahædd, sum savnar familjuna við góðum søgum um list. Okkara rundvísari finnur søguteppið fram, og saman fara vit á ferð í framsýningini. Vit vitja djóra-rúmið, hyggja at einum útstappaðum veðri og uppliva eina ørandi kenslu í Bládýpinum. Uppliva Føroyar gjøgnum myndir – saman við familjuni.

Rundvísingar eru ókeypis, tá ið atgongugjald er goldið. Atgongugjald vaksin: 65 kr. Børn undir 18 ár: ókeypis.

Í mesta lagi 30 fólk til rundvísingina. Atgongumerki fáast á degnum í móttøkuni á Listasavni Føroya.

Rundvísingar til vaksin eru kl. 15:00 hvønn leygardag.

Address

Listasavn Føroya (National Art Gallery)

Gundadalsvegur 9
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

20 Jun

Price

Free