12 Nov
Vágar
160 DKK
Tónleikur

Tim Easton gestar Listastovuna

x
Book now

Amerikanski sangskrivarin og sangarin hevur fleiri enn 30ár á baki ‘on the road’.

Tim Easton er føddur í New York State í 1966, men uppvøksturin var í Tokyo, Japan og Akron, Ohio. Sum ungur ferðaðist hann runt í Evropa í 7 ár sum gøtutónleikari, har hann búði í París, London, Madrid, Prag og Dublin. Uppvøksturin og hesi árini í Evropa hava skapað hansara spælistíl við blues, folk og country og forteljandi tekstir um tað at ferðast.

Heimafturkomin, útgav hann sína fyrstu album og førdi hetta til at hann hitaði upp fyri millum onnur Grammy Award vinnarin Lucindu Williams og John Hiatt, sum eru vinfólk og mentorar hjá Tim.

Seinni flutti hann til Nashville har hann eisini útgav nógv, men fór at dyrka meira gamlar blues- og folk traditiónir bæði í sangskriving og innspælingum.

Í 2018 hátíðarhelt Tim 30 ár sum tónleikari og útgav albummið “Paco & the Melodic Polaroids”. Hetta er ein akustisk útgáva við bara Tim og Paco gittarin sum hevur fylgt honum øll árini. Øll útgávan er innspæld beinleiðis á eina lak plátu, eins og gjørt var í gomlum døgum, uttan møguleika fyri at redigera, og har koma tónlistarligu evnini hjá Tim veruliga til sín rætt.

Nýggjasta útgávan kom í 27. august 2021. Ein sterk og positiv útgáva sum boðar frá einum skifti í lívinum hjá Tim.

Address

Listastovan

Gummaldagøta 2
370 Miðvágur
Vágar

Date

12 Nov 20:30

Price

Book now

160 DKK