04 Jul
Eysturoy
160 DKK
Tónleikur

Tinganest konsert

x
Book now

Endiliga koma teir!! Konsertin hevur verið útsett vegna korona, men leygardagin á Varmakeldu er tað púra vist!! Teir spæla kl. 20!

Tinganest er ein gamal bólkur, ið er pápi at nógvum landaplágum í Føroyum. Bólkurin byrjaði í sjeytiárunum at spæla serliga í lestrarumhvørvinum í Keypmannahavn.

Í áttatiárunum komu tríggjar útgávur út, har fleiri sangir so sum Upp á tá, Vágagellan og Havnargøtur gjørdust hitt.

Bólkurin hevur spælt nógv síðstu tíðina. Manningin er Jóan Jakku Guttesen, bass og sang, Magnus á Stongum, akk. gittar og sang, Finnur J Jacobsen, trummur og sang, og Holgar Jacobsen, el-gittar og sang.

Í fjør gjørdist Jóan Jakku sjeyti, og í januar í ár gjørdist Magnus sjeyti, men teir spæla kortini javnan og elska tað, eins og trúgvu áhoyrararnar elska at hoyra teir.

Address

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Karvatoftir 5
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

04 Jul 20:00

Price

Book now

Vaksin 160 DKK