14 Feb
Tórshavn (capital)
Free
Festivalar
Annað

TÓFF Filmshúsið: Týdningurin av listini

x
Book now
Samrøða og framførsla – Hvønn leiklut hevur listin í okkara samfelagi?

Fyriskipað hevur Filmshúsið.

Listin hevur altíð havt ein týðandi leiklut í heiminum. Um vit fara langt aftur í tíð og heilt fram til nýtímans samfelag,  síggja vit, at listin altíð hevur havt og hevur enn ein týðandi týdning í samfelagnum. Hetta er framvegis galdandi hóast ymsu leiklutirnar, listin hevur í ymsu samfeløgum.

Í vesturheiminum í dag verður listin ikki løgd undir kirkju ella krøv frá teimun ráðandi, men tað eru listafólkini sjálvi, ið fáa frælsi at deila teirra sjón og fatan av lívið. Vit liva í eini tíð, har individualisman ræður, har eitt hvørt listafólk við virðing fyri sær sjálvum leitar eftir síni egnu rødd. Hetta ger at týdningurin av listini í samfelagnum kann verða trupul at peika á. Listafólkið hevur stórt frælsi, men kann hava trupult við at finna fótafesti.

Filmsfelagið skipar fyri einum kvøldi uppi í Norðurlandahúsinum, har vit leggja karmar fyri einum pallborðsfundi, har vit viðgera týdningin av listini í samfelagnum.

Í panelinum verða rithøvundurin Rakel Helmsdal, tónaskaldið Sunleif Rasmussen og leikstjórin Sakaris Stórá. Á skránni verða bæði framførslur og kjak. Búi Dam leiðir kvøldið.

Afturat hesum hevur Filmshúsið bjóðað Philippe Kern frá Brüssel heim til Føroya fyri at tosa um týdningin av listini í einum samfelag.

Philippe Kern er leiðari í KEA, sum er eitt altjóða virksemi, ið hevur serkunnleika í list og skapandi ídnaði. KEA veitir ráðgeving til politikkarar og til felagsskapir, ið ynskja at fáa betri fatan av, hvat virðið er á listini bæði fíggjarliga og fyri framgongd í samfelagnum sum heild.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

14 Feb 19:00

Price

Book now Free