03 Sep - 07 Nov
Tórshavn (capital)
25 - 90 DKK
Palllist
Myndlist
Tónleikur

TÓNAR TAKA SKAP

x

Fá innlit í listaligu tilgongdirnar frá tónleiki til visuell úttrykk hjá fjøllistamanninum Heiðriki á Heygum. Í hesi framsýning sleppur tú at trína inn í arbeiðsrúmið hjá HEIÐRIK og koma við á eina ferð handan kreativa hugaheimin.

Í fleiri ár hevur HEIÐRIK arbeitt saman við føroyskum listafólkum við at menna teirra visuella samleika. Í tøttum samstarvi við listafólkini og við innliti í teirra listaliga arbeiði, mennir HEIÐRIK úttrykk, ið vit sum áhoyrarar og áskoðarar seta í samband við tónleikararnar. Til framsýningina eru vald út átta sjónbandaløg, ið serligur dentur verður lagdur á. Hyggur tú væl eftir, varnast tú kanska tilsipingar til bæði føroysk og heimskend listaverk í sjónbandaløgunum.

Sámal Blak, pallsmiður, og Heiðrikur á Heygum hava ment og sniðgivið framsýningina.

FAKTA
Heiðrikur á Heygum (f. 1983)
Listamaður, filmsframleiðari og tónleikari
BA frá Icelandic Academy of Fine Art og leikstjóri frá danska filmsskúlanum Super16

Sámal Blak (f. 1983)
Pallsniðgevi
Útbúgvin frá Central St. Martins College of Art & Design

Les meira um framsýningina her: https://art.fo/framsyningar/framsyning/176

Listasavn Føroya er opið hvønn dag frá kl. 11-17 fram til 30. sep. Frá 1. okt. er opið týsdag til sunnudag frá kl. 13-16.

Vælkomin!

Address

Listasavn Føroya

Gundadalsvegur 9
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

03 Sep - 07 Nov Every: Mon
Tue
Wed
Thu
Fri
Sat
Sun

Price

Vaksin 90 DKK

Lesandi 25 DKK

Pensjonistar 70 DKK