31 May
Suðuroy
Free
Tónleikur
Annað
Palllist

Tónleikur og fyrilestur í Tarvafjósinum

x

Tarvafjósið er karmur um forvitnisligt tiltak á mentanarnáttini á Tvøroyri. Her verður fyrilestur og live-tónleikur á skránni.

Janus Trúgvason kemur at framføra nøkur løg. Janus er úr Hósvík og hóast nøkur kanska ikki kenna navnið beinanvegin, so er Janus sera royndur tónleikari. Fyri uttan at hava verið partur av Tórshavnar mannskórið og at hava spælt til nógv tiltøk kring landið og í Danmark, so er Janus einamest kendur fyri at vera onnur helvtin av bólkinum “Safir”, saman við Tór Verland Johansen.
Teir góvu fløguna “Safir” út í 1996 og var hon sera nógv spæld í Útvarpinum um tað mundið. Lagið “Tú ert so deilig”, kann hoyrast her https://bit.ly/2VEwhgN

Í hugnaliga Tarvafjósinum, fer Jana Ólavsdóttir at greiða frá serstøku føroysku jarðfrøðini. Jana er jarfrøðingur og vardi hon í 2013 PhD um føroysku undirgrundina, á universitetinum í Keypmannahavn. Føroyska jarðfrøðin er áhugaverd og ikki minst er jarðfrøðin júst í Suðuroynni, heilt sersøk. Við fyrilestrinum fær áhoyrarin innlit í nakað, ið vit vanliga ikki hugsa stórvegis um.

Bussur koyrir í samband við tiltakið í Tarvafjósinum, ið byrjar kl. 17:00. Hann koyrir frá mentanartjaldinum í miðbýnum og til Tarvafjósið kl. 16:45 og inn aftur kl. 18:15.

Skráin fyri mentanarnáttina sæst her https://en.calameo.com/read/005899669247aec386719

Address

Tarvafjósið

Froðbiarvegur
825 Froðba
Suðuroy

Date

31 May 17:00 - 18:15

Price

Free