07 Sep
Eysturoy
95 DKK
Filmar
Børn & Ung

Toy Story 4

x
Book now

Animatiónsfilmurin Toy Story 4 er tann nýggjasti í røðini, sum byrjaði í 1995 um Woody, Buzz Lightyear og allar hinar livandi leikurnar.

Filmurin fylgir tíðini eftir Andy, og leikurnar búgva nú hjá nýggja eigaranum Bonnie. Woody upplivir oftari og oftari at hann endar í skápinum, meðan Bonnie spælir við aðrar leikur.

Tá familjan skal á bilferð, skulu allar leikurnar við, eisini nýggja, heimagjørda leikan Forky, sum hevur trupult við at finna seg til rættis í heiminum. Woody bindur seg til at ansa eftir Forky í eini vón um, at hann aftur kann fáa eitt pláss í hjartanum hjá Bonnie. Men tá teir báðir hvørva frá restini av familjuni, eru stórar avbjóðingar fyri framman, har teir bæði møta nýggjum og gomlum vinum, og ikki minst gomlu flammini hjá Woody, Bo Peep.

Toy Story 4 er tann fjórða søgan í vælumtóktu Pixar-røðini, og kemur út nú 9 ár eftir Toy Story 3. Søgan er skrivað av høvundunum handan fyrstu filmarnar.

Kostnaður
Forsøla: kr. 95,-
Við dyrnar: kr. 100,-

Filmurin verður vístur við enskari talu í 7.1 Dolby Surround.

Address

Løkshøll

Rókavegur 1
620 Runavík
Eysturoy

Date

07 Sep 16:00

Price

Book now

Forsøla 95 DKK