23 Jan - 07 Feb
Tórshavn (capital)
275 DKK
Palllist

Um at vera menniskja

x
Book now
“Um at vera menniskja” er ein absurd, svørt komedia, sum byggir á filmstriologiina hjá Roy Andersson: ”Sånger från andra våningen”, ”Du levande” og ”En duva satt på en gren och funderade på tillvaron”. Norski leikstjórin og leikritahøvundin Torfinn Nag hevur skapt leikin og leikstjórnar sjálvur uppsetingina, sum hevur frumsýning á Tjóðpallinum 23. januar.
Roy Andersson hevur sítt heilt serliga myndamál við stórum myndum, ið næstan eru sum filmaður sjónleikur og hetta gav Torfinn Nag hugskotið at gera eina sjónleikaútgávu burturúr filmstriologiini. Pallmyndin hjá Edward fuglø hevur somuleiðis fingið íblástur úr filmsuniversinum og eyðkendu litpalettini hjá Roy Andersson.
Talan er um eina hendingaríka og sera skiftandi sýning, har níggju leikarar leika heili 80 leiklutir í 41 leikmyndum, ið eru flættaðar saman, soleiðis at vit fylgja leiklutunum gjøgnum alla sýningina. Hvør pallmynd sigur sína egnu poetisku, tragisku, rørandi ella stuttligu søgu, sum – hóast hon er fullkomiliga absurd – nertir við nakað, vit øll kenna okkum aftur í so ella so.
Roy Andersson lýsir sjálvur filmstriologiina sum “Ein triologi um at vera menniskja”. Ein ummælari lýsti einaferð filmarnar sum: “Monty Python hittir Ingmar Bergman”. Filmarnir eru tragiskir, men fyltir við kolasvørtum humor.

Address

Tjóðpallur Føroya

Tórsgøta 9
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

23 Jan - 07 Feb Every: Tue
Wed
Thu
Fri
Sat
Sun

Price

Book now

275 275 DKK