16 Jan - 23 Jan
Eysturoy
Free
Myndlist
Børn & Ung

Ung listafólk í Ribarhúsi

x
Sunnudagin,10. januar kl 16:00 letur upp ein myndasýning í Ribarhúsi við ungum listafólkum. Hetta er fyrsta sýning í hesum ári, sum letur upp.
Jú, hvussu tann listaligi inn- og útsúðurin fer at hátta sær, tá ið tað kemur til eystfall og vestfall, er ringt at meta um. Tað er altíð munur á flóð og fjøru, men sanniliga á tí listaliga økinum er tað ein fragd at síggja hesar fjørulutir, sum eru so ymiskir, tá ið teir t. d. koma undan penslabørnunum hjá hesum ungu listafólkum. Hetta verður sjón fyri eygað.
Eftir koronu tilmælinum, so kunnu hægst 20 verða inni í senn og mugu halda frástøðu, hvørt frá øðrum.
Hesi stilla út:
Óðin Hentze
Ingibjørg Beder
Terji Beder
Hjørdis á Dalbø Gregersen, málningar
Sólfríð Hansen, akvarel og prent
Sára Poulsen, málningar/tekningar
Tóra Hammer, málningar
Jóhannus Martin, foto
Lý Petersen, málningar
Helena Kjeld, málningar
Karina Petersen, vatnlitismyndir
Rakel Antoniussen, málningar

Address

Gallarí Ribarhús & Piddasahandil

í Støð 14
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

16 Jan - 23 Jan Every: Sat
11:00 - 14:00

Price

Free