Náttúra & uttandura
Upp á gluggarnar longsta dag
Longsti dagur er mánadagin 21. juni. Ætlanin er at fara niðan á hægsta fjall í Suðuroynni, Gluggarnar, hetta kvøld og (vónandi) síggja sólina fara í kav millum oyggjarnar norðanfyri 

Sólsetur er kl. 23.20. Er sýnið gott, síggast flestu oyggjarnar og tey hægstu fjøllini fyri norðan. Túrurin verður bert, um veðurlíkindindi eru góð. Farið verður úr Rangabotni kl. 21.30. Gingið verður fyrst niðan á Galvin, sum er vestasti partur av Gluggunum. Har er vallað, gott at ganga og vakurt útsýni niður í Botn. Síðan verður gingið eystur á hægsta punkt á Gluggunum.
Sólin rísur afur kl. 03.35, og fólk, sum hava frí, hava sjálvsagt høvi til bíða eftir hesi løtu.
Address
Rangabotnur
Rangabotnur
826 Trongisvágur
Suðuroy
Date
21 Jun 21:30 - 03:35