22 Oct - 28 Oct
Eysturoy
Free
Verkstovur

Upphiting til kommunuval 2020 í Mentanarhúsinum

x
Book now
Stutt fyrilestrarrøð við Ingibjørg Berg, tvey kvøld í oktober:
Upphiting til kommunuval 2020 – Kommunur, kommunupolitikkur og kommunupolitikarin – leiklutir og uppgávur
Hósdagin 22. okt.: kl. 19.00 – 22.00: “Kommunubygnaður, leiklutir og uppgávur í kommunustýrinum – herundir eisini ymisk markamót ímillum land og kommunur.”
Mikudagin 28. okt.: kl. 19.00 – 22.00: “Kommunupolitikkur og kommunupolitikarin – leiklutir, heimildir, skyldur og møguleikar í politiska arbeiðinum.”
Ingibjørg Berg er útbúgvin stjórnmálafrøðingur frá Aarhus universiteti og eftirútbúgvin innan strategiskt samskifti og leiðslu. Hon hevur drúgvar royndir við kommunum og kommunupolitikki – sum stjóri í Kommunufelagnum, sum trivnaðarstjóri og kommunustjóri í Tórshavn og sum fulltrúi í landsstýrinum. Ingibjørg undirvísir á Diplomleiðaraútbúgvingini á Glasi, í fyrisiting og leiðslu á Fróðskaparsetrinum, hevur saman við øðrum skrivað bókina Kommunupolitikkur frá 2008 og gjøgnum Kommunfelagið á fleiri skeiðum undirvíst nýggjum kommunupolitikarum.
Tiltakið er ókeypis
Fuglafjarðar kvøldskúli í samstarvi við Mentanarhúsið
Tryggið tykkum pláss umvegis kvoldskuli@fuglafjordur.fo

Address

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Karvatoftir 5
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

22 Oct 2020 19:00 - 22:00
28 Oct 2020 19:00 - 22:00

Price

Book now Free

Organiser

Kvøldskúlin í Fuglafirði

(+) 238010
kvoldskuli@fuglafjordur.fo