28 Nov
Tórshavn (capital)
100 DKK
Tónleikur

Útgávukonsert við Jasmin

x
Book now
28. novembur fer JASMIN at forkela okkum við spildurnýggjum tónleiki á Reinsarínum. Í fleiri ár hevur JASMIN prógvað síni evnir á tí føroyska tónleikapallinum, og nú eru tey til reiðar at leggja enn fleiri prógv á borðið.
Og tað fer JASMIN at gera við útgávuni ”not that surprised”, har old-school hip hop verður blandað við soul og elektroniskan pop.
Talan er um eina útgávu, sum bólkurin hevur arbeitt við í knapt 2 ár, so tað er væl skilligt, at tey gleða seg at vísa úrslitið fyri føroyingum.
– Vit vilja ikki avdúkað for nógv, men vit lova, at tit fara at fáa eina fantastiska løtu saman við okkum, tá vit fara á pall á Reinsarínum, sigur JASMIN.
Atgongumerki á 100 krónur fáast til keyps á torsgota.fo

Address

Reinsaríið

Tórsgøta 3
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Contact

Website

Date

28 Nov 20:00

Price

Book now

100 100 DKK