23 Sep
Tórshavn (capital)
40 - 80 DKK
Tónleikur

Útnorðurdagur 2021

x
Book now
Dupultkonsert við JASMIN (FO) og INUANIMA (GL)

23. september er árligi Útnorðurdagurin í Norðurlandahúsinum, har m.a. JASMIN fer at framføra saman við bólkinum Unuanima.

Jasmin hevur langtsíðani prógvað síni evnir í Føroyum, og nú byrjar útheimurin eisini at fáa eyguni upp fyri gandakendu røddini hjá Jasmin.

Tá ein vinnur fyrstu heiðurslønina, fer ein at hugsa um byrjanarheld og døgnflugur. Men vinnur ein heiðurslønir ár eftir ár eftir ár, so er talan um góðsku. Og er tað eitt orð, sum lýsir JASMIN, so er tað góðska.

Til FMA 2020 vann JASMIN heidurslønina ’’ársins útgáva’’ fyri debut EP’ina ’’I Know It’s Over’’ og Jasmin Mote vann heidurslønina ’’ársins kvinnuligi sangari’’.

JASMIN hevur júst verið á konsertferð við KONNI í Danmark og nú verður hon at hoyra í Føroyum.

INUANIMA er ein tónlistarlig duo, ið ger tónleik við íblástri frá gudalæruni og teimum sálarfrøðiligu sjónarmiðunum, ið frumsøgur kunnu rúma. Tónleikurin er nýmótans blandaður við brotum frá inuit trummusangum, tekno, rock, pop og dramatiskum fílmstónleiki. The Roaring Sea er ein sokallað performanskonsert, ið er ein moderna tulking av inuitsøguni um Havsins Móðir og ferðina hjá Andamanarinum (shamanur) til hana á havsins botni.

Aviaja er útbúgvin sangari og tónleikari frá tí Rýtmiska Musikkonservatorinunum í Keypmannahavn, umframt at hon er maskudansari frá tí grønlendska leikhúsinum, TUKAK. Hon hevur luttikið á nógvum ymiskum útgávum, sungið á donskum filmljóðsporum, m.a. við rokkbólkinum ZIKAZA. Eisini hevur hon sungið saman við Rasmus Lyberth og danska world/jazzbólkinum, New Jungle Orchstra og á plátuni Magic Mystery Moon við komponistinum Irene Becker.

Igor kemur upprunaliga frá fyrrverandi Jugoslavia, Hann er uppvaksin í Danmark og hevur útbúgving sum filmkomponistur frá Esbjerg Musikkkonservatorium. Hann er sokallaður multiinstrumentalistur og listamaður innan video, sangskriving, og framleiðlsu. Hann hevur spælt við á kendum donskum filmum, t.d. Forbrydelsen, Livvagterne og á filminum Alting blir godt igen.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

23 Sep 19:30

Price

Book now

Vanligt 80 DKK

Lesandi og ung undir 18 ár 40 DKK