06 Jul
Eysturoy
100 - 200 DKK
Myndlist
Matur & Drekka
Søga & arvur

Útsynningur í Leirvík

x
Book now

Upplivið føroysku fiskivinnuna ígjøgnum list, útróðrarbátar, søguliga frásøgn og smakkisansin. Ein læruríkur seinnapartur fyri tey, sum vilja uppliva føroysku fiskivinnuna av nýggjum.

Vit byrja á Báta- og Listasavninum – í gamla turkihúsinum. Her á havnarlagnum í Leirvík ímillum siðbundnar útróðrarbátar, flakavirkir og trukkar hoyra tit søguna um, hvussu listin ímóti øllum fortreytum, spratt í eini útróðrarbygd. Og úr glugganum síggjast húsini, har leirvíksmálarin, Jóannis Kristiansen, reiðraðist.

Niðriundir eru elligamlir útróðrarbátar, eitt lodd, eitt fiskiskrín, ein útsynningur – alt hevur eina søgu, men tann um kíkin er verd at taka burturúr. Og so hin heilt ótrúliga um Charles Lindbergh.

Úr heita savninum flyta vit okkum oman í kalda virkið hjá Norðfrá hinumegin vegin. Her er fiskivinnan sprelllivandi. Ein útsynning á høvdið og so er bara at fylgja væl við. Og so at enda skulu vit smakka høvuðsvinnuna – eina heita fiskasúpan. Havsins kovi, sum verður virkaður beint her.

Address

Báta- og Listasavnið í Leirvík

Kulibakki 8
520 Leirvík
Eysturoy

Date

06 Jul 14:30 - 16:30

Price

Book now

Vaksin 200 DKK

Børn 100 DKK