17 Jun - 12 Aug
Vágar
1250 DKK
Náttúra & uttandura
Annað

Vágar runt við tyrlu

x
Book now

Vilt tú uppliva Vágar frá luftini? So hevur tú møguleikan nú, tí tyrlan hjá Atlantic Airways flýgur rundferð yvir Vágum hvønn mánadag kl. 15.20.

Flogið verður framvið fleiri av teimum vælumtóktu støðunum í Vágum so sum Fjallavatn, út á Víkar, móti Mykinesi og inn aftur sunnanfyri oynna framvið Trælanípu og Bøssdalafossi.

 

Nær: mánadagar kl. 15.20

Longd: 20-30 minuttir

Hvar: Fráferð frá flogvøllinum í Vágum

Kostnaður: DKK 1.250 fyri hvønn

Í mesta lagi 12 fólk sleppa við í senn.

Bóka á atlantic.fo

 

Fyrivarni: Túrurin verður bert flogin, um veðrið er til vildar og kann annars vera broyttur samsvarandi veðurlíkindunum. Tyrlan er partur av tilbúgving Føroya, og tí kunnu túrar verða útsettir (bæði dagur og klokkutíð) orsakað av bjaringaruppgávum.

Address

Vágar Airport
380 Sørvágur
Vágar

Date

17 Jun - 12 Aug Every: Mon
15:20

Price

Book now

1250 DKK