21 Mar
Eysturoy
Free
Bókmentan

Vakrasta stað - útgávutiltak

x

Sunnudagin hin 21. mars kl. 15 fer Elin at leggja fram sítt fyrsta yrkingarsavn. Hetta verður í Skótahúsinum í Runavík. Savnið hevur fingið heitið “Vakrasta stað.” Sprotin gevur út og á kápuni greiðir forlagið soleiðis frá:

“Elin Abrahamsdóttir Løkin er fødd 6. februar 1986. Hon býr í Saltangará. Henni dámar væl at brodera, tekna og mála, og henni dámar væl at yrkja og syngja. Elin skrivaði sínar fyrstu yrkingar í 2015. Hon yrkir um tað, sum fyllir løtuna. Yrkir um sínar tankar um mál, ið leika á, um skapanina, um næstringar. Mamman hjálpir henni við at seta yrkingarnar upp. Stundum hugleiðir Elin um tað at vera menniskja og um lívið. Stundum letur hon tilveruna í ævintýrkendan hugaheim.”

Skráin fyri framløguna er hendan:

· Jóannes S. Hansen spælir á harmoniku.
· Elin A. Løkin bjóðar vælkomin.
· Sprotin greiðir frá yrkingarsavninun.
· Yrkjarin lesur úr yrkingarsavninum.
· Martin Joensen spælir tríggjar av sínum egnu sangum.
· Kára Løkin sigur nøkur orð um tilgongdina við savninum.
· Yrkjarin lesur úr yrkingarsavninum.
· Borgarstjórin heilsar savninum og yrkjaranum.
· Elin Løkin takkar fyri løtuna.

Skótarnir við Løkin bjóða kaffi og okkurt afturvið, og yrkingarsavnið “Vakrasta stað” verður við høvið selt fyri kr. 150,00.

Sprotin & Runavíkar kommuna

Address

Skótahúsið við Løkin

Mýravegur 24
620 Runavík
Eysturoy

Contact

Website

Date

21 Mar 15:00

Price

Free