15 May
Tórshavn (capital)
150 - 350 DKK
Tónleikur

Várkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri

x
Book now
Tríggir komponistar í serklassa og trý verk. Milhaud, Stravinskij og Schubert

Føroya Symfoniorkestur spældi árligu nýggjárskonsertina fyri ongum áhoyrarum, so nú gleða vit okkum sera nógv at spæla fyri tykkum aftur.

Várskráin fevnir um tríggjar komponistar í serklassa og trý verk, ið hava ymiskar formar og eru ymiskar í ymisakar í orkestrering.

Áhoyrarin kann gleða seg til at hoyra eitt orkestur, ið hungrar eftir at spæla fyri tykkum aftur.

La Création du monde – Darius Milhaud

Darius Milhaud møtti jazzinum í 20’unum í London. Jazzurin hugtók hann so nógv, at hann mátti fara yvir til Amerika at uppliva henda tónleikin. Heimkomin frá amerikuferð í 1922 skrivaði franski komponisturin Darius Milhaud ballettina La Création du monde til eina libretto av Blaise Cendrars.

Á síni ferð kom Milhaud nógv saman við jazztónleikarum, ið hildu til í Harlem, og hetta hoyrist aftur í tónleikinum í mun til rútmur og tónaval.

 

Pulcinella Svita – Igor Stravinskij

Ballettin Pulcinella var skrivað til Les Ballets Russes, og júst hendan ballettin legði lunnar undir nýggjar háttir at skriva tónleik.

Stravinskij hevur sjálvur sagt, at ”Pulcinella var mín opinbaring av fortíðini og sum legði lunnar undir mítt framtíðar kompositiónsarbeiðið”.

Við nýggjari tilgongd til formar og rútmur setti russiski Igor Stravinskij sín stóra dám á tónleikin í 1900-talinum.

 

Ófullfíggjaða symfoniin – Franz Schubert
Ófulfíggjaða symfoniin er vanliga eisini nevnd symfoni i h-mol D. Verkið bleiv fyrstu ferð framført í 1865,
heili 37 ár eftir, at Schubert andaðist.

Av ókendum orsøkum steðgaði Schubert skriviarbeiðið nakrar taktir inni í triðja satsi. Hóast hetta bleiv júst
henda symfoniin eitt av mest spældu verkum hjá komponistinum.

Symfoniin hevur tveir satsir, Allegro moderato og Andante com moto.

Nevnast kann eisini, at fleiri av verkunum hjá Schubert eru ófullfíggjaði ella finnast bert í skitsum.

Dirigentur: Bernhardur Wilkinson

Konsertin varir í 75 min. og eingin steðgur er í konsertini.

Víst verður til almennu Covid-19 tilmælini,  galdandi frá 9. apríl 2021

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

15 May 19:30

Price

Book now

Vanligt 350 DKK

Lesandi og ung undir 18 ár 150 DKK