04 Jul - 05 Jul
Eysturoy
Free
Myndlist
Børn & Ung
Festivalar
Ítróttur
Matur & Drekka
Tónleikur
Náttúra & uttandura
Trúarlív

Varmakelda 2020

x

Fyrsta leygardag í juli er siðvenja at halda Varmakelda í Fuglafirði, tí um hetta mundið sigst vatnið í Varmakeldu at vera heitast, tvs. eini 18 stig.

Ólíka ár verður eystanstevnuróðurin lagdur í Fuglafirði, og tá verður vanliga eyka nógv gjørt burturúr Varmakelduni. Líka ár er stevnan oftast minni rúgvismikil, men tó plaga fleiri hugnalig tiltøk eisini at vera.

Skráin á Varmakeldu 2020

3. juli – Fríggjadagur

12.00 – 22.00 Restaurant Muntra opið.

14.00 – 03.45 Patrick’s opið. Sonni Petersen spælir kl. 22.00 – 02.00.

15.00 – 17.30 Piddasahandil og Gallerí Ribarhús opið. Kaffidussur og heimavirka til keyps. Marjun í Lambanum hevur málningaframsýning.

16.00 Fernisering í Mentanarhúsinum við Janus á Húsagarði. Málningarnir eru í caféini og gongini. Øll eru vælkomin.

16.00 – 22.00 Støkkupp café í Mentanarhúsinum við vínkúllunum.

18.00 Janus á Húsagarði syngur í caféini í Mentanarhúsinum. Ókeypis atgongd.

17.00 – 22.00 Pitsa 530 opið.

4. juli – Leygardagur

09.00 Ársins kvinnutúrur 2020
Funningsfjørður – Elduvík – Oyndafjørður – Hellurnar – Fuglafjørður.
Torleikstig: hetta er ein miðal túrur sum er drúgvur 6 – 8 tímar.

10.00 – 16.00 Handlarnir Fjord, Vørslan, Kato og NoðaStova hava opið.

11.00 – 14.00 Piddasahandil og Gallerí Ribarhús opið. Kaffidussur og heimavirka til keyps. Marjun í Lambanum hevur málningaframsýning.

12.00 – 22.00 Restaurant Muntra opið.

12.00 Í Fløtugerði ÍF – FC/H U15 dreingir.

14.00 – 03.45 Patrick’s opið. Pubquiz kl. 20.00 – 22.00. Wolfgang v/ EInar Jacobsen og Bergmann Finnson spæla um kvøldið.

15.00 Í Fløtugerði. ÍF – HB Betri deildin menn.

16.00 – 22.00 Mentanarhúsið opið. Framsýning við Janus á Húsagarði. Okkurt lætt og søtt at leska sær við frá Gómagott er til sølu í caféini, inntil vínkúllarnir taka yvir klokkan seks.

17.00 Torgið við Mentanarhúsið: Tórshavnar Manskór syngur.

17.00 – 22.00 Pitsa 530 opið.

17.30 Í Fløtugerði. ÍF – UndriðFF 3. deild menn.

18.00 – 22.00 Tapas- & vín støkkupp við vínkúllunum í Mentanarhúsinum. Mat- og vínúrval sæst á FB síðuni hjá “Hugnaløtur”, avmarkað nøgd og eingin borðbílegging.

20.00 Tinganest konsert í Mentanarhúsinum. Hetta er ein konsert, sum skuldi vera á flaggdegnum, sum endiliga fær verið. Bílegg atgongumerki á atgongumerki.fo

22.30 Varmakelduhugni. Vit hittast um bálið niðri á Varmakeldu. Sámal Matras heldur røðu og vit syngja í felag. Um veðrið ikki er í summarhýri, hittast vit heimi á Oyrini ístaðin.

5. juli – Sunnudagur

11.00 Gudstænasta í Fuglafjarðar kirkju. Øssur Kjølbro er prestur.

12.00 – 22.00 Restaurant Muntra opið.

14.00 Í Fløtugerði. Straffikapping.

14.00 – 23.00 Patrick’s opið.

15.00 – 18.00 Piddasahandil og Gallerí Ribarhús opið. Kaffidussur og heimavirka til keyps. Marjun í Lambanum hevur málningaframsýning.

15.00 – 19.00 Støkkupp hugnacafé í Mentanarhúsinum.

16.00 Konsørn v/ Jan Rúna Poulsen og Mattias Kapnas – summartónakonsert í Mentanarhúsinum. 100 kr við dyrnar. Tónleikanæmingar og børn ókeypis.

18.00 Í Fløtugerði. ÍF/Vík/B68 – AB –  1. deild Kvinnur.

17.00 – 22.00 Pitsa 530 opið.

 

Address

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Karvatoftir 5
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

4 Jul 2020 10:00 - 23:30
5 Jul 2020 15:00 - 19:00

Price

Free

Organiser