24 Jun - 08 Jul
Eysturoy
50 DKK
Myndlist

Listabrak: Varmakelduframsýningin 50 ár - 1969 - 2019

x

Varmakelduframsýningin verður fimmti ár í ár, og tí fara fleiri listafólk at hava framsýningar, sum koma at húsast í fleiri hølum í Fuglafirði.

Vit byrjaðu “fimmti ára hátíðarhald” við eini upphiting í Ribarhúsi frá 1-23. juni, sum var í tveimum. Fyrsta umfar var ein framsýning av verkum frá teimum fyrstu listamonnunum, sum sýndu fram á Varmakelduframsýningini í Fuglafirði, meðan annað umfar var við arkitektum við uppruna úr Fuglafirði.

Nú kemur sjálvt brakið, tann stóra listaframsýningin, frá 24. juni til 8. juli. Her eru nærum 50 listafólk umboðað, og framsýningar vera á fleiri ymsum støðum: í Ribarhúsi, Norðoya Sparikassa, Mentanarhúsinum, Lonini, barnaskúlanum í gamla FK og í komandi ráðshúsinum í gamla Eik. Framsýningin verður opin allar dagar frá kl. 16 – 20.

Address

Gallery Ribarhús & Piddasahandil

í Støð 14
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

24 Jun - 08 Jul Every: Mon
16:00 - 20:00

Tue
16:00 - 20:00

Wed
16:00 - 20:00

Thu
16:00 - 20:00

Fri
16:00 - 20:00

Sat
16:00 - 20:00

Sun
16:00 - 20:00

Price

Eitt gjald fyri allar framsýningarnar 50 DKK