01 Jun - 22 Jun
Eysturoy
Free
Palllist
Myndlist

Arkitektarnir - Varmakelduframsýningin 50 ár - 1969 - 2019

x

Varmakelduframsýningin verður 50 ár í ár, og tí fara fleiri listafólk at hava framsýningar, sum koma at húsast í fleiri hølum í Fuglafirði.

Vit byrja “fimmti ára hátíðarhald” við eini upphiting frá 1-22. juni. Hetta brakið er í tveimum. Fyrsta umfar er ein framsýning í Ribarhús av verkum frá teimum fyrstu listamonnunum, sum sýndu fram á Varmakelduframsýningini í Fuglafirði. Tað vil siga, teimum, sum í dag liggja undir grønu torvu, men sum tá løgdu lunnar undir fyrstu sýningarnar: Símun Olivur Johannesen, Kristjan Hansen, Kristjan Vígdá,  Valdemar Djurhuus, Símun Pauli Øre og Hans J. Hansen á Brúnni

Annað umfar er við arkitektum við uppruna úr Fuglafirði. Hesir eru Rúni Abrahamsen, Jákup Pauli Johannesen, Eyðun Eliasen og Niels Midjord. Hendan framsýningin er eisini í Ribarhúsi.

Síðani kemur sjálvt brakið, tann stóra listaframsýningin, frá 24. juni til 8. juli. Her eru nærum 50 listafólk umboðað, og framsýningar vera á fleiri ymsum støðum, Ribarhúsi, komandi býráðshúsinum, barnaskúlanum o.ø.

Address

Gallery Ribarhús & Piddasahandil

í Støð 14
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

01 Jun - 22 Jun Every: Mon
Tue
Wed
Thu
Fri
Sat

Price

Free