04 Jul
Eysturoy
Free
Myndlist
Børn & Ung
Festivalar
Matur & Drekka
Náttúra & uttandura
Tónleikur
Søga & arvur

Varmakelduskráin sunnudag

x

Varmakelda er vikuskifti og skráin er summarslig og góð. Sí samlaðu skránna sum pdf her: https://fuglafjordur.fo/wp-content/uploads/2021/06/varmakelduskra-nyggj-1.pdf

Hetta er á skránni sunnudagin 4. juli:

  • Kl. 11 Gudstænasta við presti, Gerhard Jónsson Mikkelsen, í Fuglafjarðar kirkju
  • Kl. 12-21 Matstovan Muntra er opin
  • Kl. 13 Flaka- og gummibáta-rógvikapping. Rógvi í heimabygdum flakum: børn & vaksin ella vaksin yvir 14 ár. Ella í gummibáti, somu bólkar. Kajakk-rógvikapping og -útleigan: royn teg inni við sandin. Kaffi- og vaflusøla
  • Kl. 13 Felagið føroysk træseglskip eru helst enn í Fuglafirði: Dragin, Thorshavn & Westward Ho. Túrar verða á fjørðinum, har tað ber til at keypa ein góðan búff. Opið skip
  • Kl. 14-18 Kafé í Mentanarhúsinum
  • Kl. 14-20 Hoppiland er opið við Mentanarhúsið
  • Kl. 15-18 Piddasahandil, Gallarí Ribarhús & Lúkukaffi opið. Hugnatónar violin & klaver
  • Kl. 15 Vøllurin: Brotssparkskapping
  • Kl. 16 Summartónakonsert við Leu Kampmann íMentanarhúsinum. Sí mh.fo
  • Kl. 17-22 Pitsa 530 er opið
  • Kl. 17 Sangløta við Manskórinum úr Thabor á torginum við Mentanarhúsið
  • Kl. 17 Er veðrið gott, verður farið á Varmakeldu til felagssang & bál. Ribbáturin Ravnur og møg. træseglskip sigla við fólki eftir avtalu.
  • Kl. 20 Dupult útgávukonsert við Daniu Tausen og Beinir í Mentanarhúsinum. Sí mh.fo
  • Kl. 17-23.30 Patrick’s er opið

Address

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Karvatoftir 5
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

04 Jul 11:00 - 23:30

Price

Free