VERKSTOVA: Lær at gera film við fartelefonini
Book nowVisit Faroe Islands skipar fyri forkunnugari verkstovu um at gera film við fartelefonini.
Á verkstovuni lærir tú bæði at gera góðar upptøkur, klippa og at eftirviðgera filmin bara við at nýta fartelefonina.
Verkstovan verður týsdagin 15. juni og er ætlað teimum, ið starvast innan ferðavinnuna.
Tey flestu í ferðavinnuni hava tørv á at framleiða filmsbrot í sambandi við m.a. sosialar miðlar. Tað er lættari nú enn nakrantíð, tí fartelefonin gevur øllum møguleika at filma og klippa bæði filmar og lýsingar beinleiðis á fartelefonini.
Verkstovan er bæði til tín, sum hevur roynt teg við filmi og ynskir at læra meira, og til tín, sum ongar royndir hevur. Verkstovan er fyri ung sum eldri. Ongin grundvitan krevst frammanundan. Øll kunnu luttaka.
Skeiðshaldarar eru Maria Winther Olsen og Beinta Haraldsen, sum báðar hava drúgvar royndir í filmsvinnuni.
Á verkstovuni fært tú grundleggjandi undirvísing í:
• at filma
• at taka ljóð upp
• filmsmáli
• myndabygnaði
• vinklum
• ljósi
• at klippa eitt filmsbrot saman
• at leggja tónleik og talu á
• at leggja tekst á
• at leggja filmin út
Tú lærir harumframt at nýta forritið Adobe Premiere Rush, ið er eitt ókeypis forrit at klippa og eftirviðgera filmar við á fartelefonini.
Hetta verður ein ógvuliga praktisk verkstova, har luttakarar fáa høvi at læra at gera filmsbrot frá byrjan til enda.
Íroknað skeiðsgjaldið er morgunmatur og døgurði, umframt te/kaffi og okkurt søtt til góman, bæði fyrrapart og seinnapart.
Address
Hotell Vágar
Djúpheiðar 2
380 Sørvágur
Vágar
Date
15 Jun 09:30