27 Jan
Tórshavn (capital)
72 - 145 DKK
Tónleikur
Festivalar

VETRARJAZZ 2022: Emilia Mårtensson 'Solitary Creatures' (SE)

x
Book now
Lat teg rúnarbinda av vøkru røddini og fangandi tónleikinum hjá svensku sangarinnuni og hennara bólki.

Virðislønti vokalisturin Emilia Mårtensson og viðurkendi klaverleikarin Matt Robinson koma til Føroya fyri fyrstu ferð við nýggju verkætlan sínari “Solitary Creatures”. Tey spæla bæði kend og egin løg, sum tey við sínum forvitni og ynski um at skapa okkurt nýtt í hvørjari framførslu, set sín heilt egna dám á. Tónleikurin er róligur, viðbrekin og sigandi, tó við einum íbornum mátti.

Emilia er skýrd at vera ein tann mest spennandi vokalisturin á jazz-pallinum í London, har hon dagliga virkar. Svensku røtur hennara eru tó týðiligar í myrku og loftkenda tónalagnum á røddini og sorgblídninum í sangunum.

Matt Robinson er ein av virknastu klaverleikarunum í Bretlandi. Hann er serliga kendur fyri sínar melodisku improvisatiónir og samljóðandi spæl.

Saman við sær hava tey úrmælingarnar Adam Waldmann á saxofon, Sam Lasserson á bass og Adriano Adewale á slagverk. Tónleikarar, sum eru kendir úr bólkum so sum Kairos 4tet og hava spælt við m.a. Alicia Keys og Stan Sulzmann.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

27 Jan 19:30

Price

Book now

Undanprísur til 31. desember 95 DKK

Frá 1. januar 145 DKK

Lesandi og ung undir 18 ár 72 DKK