26 Jan
Tórshavn (capital)
72 - 145 DKK
Tónleikur
Festivalar

VETRARJAZZ 2022: Simon Toldam Trio (DK)

x
Book now
Leingi væntaða konsertin við Simon Toldam Trio, sum skuldi vera í 2019, verður nú endiliga til veruleika.

Simon Toldam Trio bjóða áhoyrarunum eitt frírúm frá dagliga meldrinum. Við tølandi, róligum og tó orkufullum tónleiki, spæla teir sær við tað í jazzinum siðbundna formatið, sum ein klavertrio er, og royna at endurnýggja hana.

Telepatiska samspælið ímillum Nils Davidsen á bassi, Knut Finsrud á trummum og Simon Toldam á klaveri gjørdist beinanvegin ein innbygdur partur av teirra tónleiki, stutt eftir at teir byrjaðu at spæla saman fyri uml 10 árum síðani, gjørdust teir ein av mest viðurkendu og fjøltáttaðu bólkunum í Danmark. Hvørt teir sigla beint ella reka, halda gang ella tøgn, so gevur samfatanin hjá hesum trimum tónleikarunum teimum eini óvanlig evni at spæla sum ein vera.

Ein ummælari sigur soleiðis:

“Perhaps one day we will forget what it means to sit still in contemplation, gazing at the clouds in the sky, but then music, slow music, will be the entry into a world where it’s possible to reconnect with a feeling of presence. The record spinning could very well be Simon Toldam Trio’s Omhu.” – Jakob Bægaard, All About Jazz

Til konsertina spæla teir millum annað verk frá plátuni OMHU. OMHU er fjórða útgávan frá Simon Toldam Trio. Her framførir bólkurin eina røð av ljóðgranskingum, ið mala í klingur um tíð, rúm og seinføri. Útgávan vann virðislønina fyri ársins album í Danish Music Awards Jazz 2019.

Simon Toldam er ein av mest forvitnisligu tónleikarunum í Skandinavia og hevur latið 14 útgávur úr hondum sum kapellmeistari. Hann hevur vunnið Danish Music Awards fýra ferðir og er limur í danska jazz og samtíðartónleika plátufelagnum ILK Music.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

26 Jan 19:30

Price

Book now

Undanprísur til 31. desember 95 DKK

Frá 1. januar 145 DKK

Lesandi og ung undir 18 ár 72 DKK