01 May - 30 Aug
Norðoyggjar
Free

Við Ocean experiences til Fugloy og Svínoy

x

Vit fara í summar at sigla til Fugloy og Svínoy. Eftur ætlan verður siglt hvønn leygardag, frá 1. mai til 30. august. Túrurin byrjar á Borðoyarvík ( Klaksvík) kl 09. Siglt verður fram við Svínoy og inn a Svínoyarvík. Steðgað verður í Svínoy í uml. 2 tímar. Síðani verður siglt til Fugloy, undir Eystfelli og til Stapan. Vit fara í land í Hattarvík, har vera vit mótikin av lokalum fólkum. Tit kunna ganga ella blíva koyrd til bygdina Kirkju, har tit fáa eina maltíð frá matstovuni “KALALON”. Báturin tekur tykkum umborð aftur á Kirkju.
Kostnaður er 1250kr fyri vaksin. Børn 12 ár og yngri 1/2 prís
Túrurin tekur uml 6 tímar.

Tilmelding við at senda okkum eini boð á messenger. Ocean Experiences

Vit gera eisini dagliga túrar til Kópakonuna og Kallin. Les meiri um tað á okkara facebook síðu.

 

 

Address


700 Klaksvík
Norðoyggjar

Contact

Website

Date

01 May - 30 Aug Every: Sat
09:00

Price

Free