30 Jan
Eysturoy
1329 DKK
Matur & Drekka
Tónleikur

Avlýst - Gandakent vínkvøld í Mentanarhúsinum

x
Book now

Gandakent kvøld við fýra rættum og røttum nótum.

Vínkúllarnir eru aftur uppá spæl, og nú verður vín-smakking í Mentanarhúsinum.

Hesaferð er talan um eitt heilt kvøld við vælvaldum víni, ið Vínkúllarnir hava funnið innast í vínkjallaranum, og teir hava fingið matmeistaran Ruben Busk við uppí spælið! Kvøldini byrja við einum glasi av brúsandi víni og einum spennandi brellbita. Síðani verður sett á tvær hvítar og tríggjar reyðar vínfløskur, og vit enda við einum dessertvíni.

Afturvið vínsmakkingini ger MatSmiðjan hjá Ruben Busk fýra ymiskar rættir, ið hóska til vínið. Meðan tit leska tykkum við øllum tí góða, fer tóna-snildingurin Kim Hansen at sita við flyglið, ið nærum hevur staðið í koronakarantenu, so tangentarnir leingjast eftir at blíva kíndir.

Hetta kvøldið verður alt ein vælspæld sansasymfoni. Mentanarhúsið verður karmur um hetta sera forvitnisliga tiltak, ið kveikjir allar sansir– góman, nøsina, eygu og oyru eru í hásætið í hesi heilt serstaku sansauppliving. Set kross í kalendaran leygarkvøldið 30. Januar 2021.

Tað er avmarkað atgongd.

Address

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Karvatoftir 5
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

30 Jan 20:00

Price

Book now

Fyri mat, vín og tónleik 1329 DKK