01 Feb - 28 Feb
Suðuroy
Free
Náttúra & uttandura
Ítróttur
Ítróttur & stuttleiki

Virkin Vágur

x

Virkin Vágur byrjar fyrsta februar og høvuðsendamálið við Virkin Vágur er seta sjóneykuna á heilsuna hjá borgarum í Vági. Hetta verður gjørt við, at kommunan, felagsskapir og einstaklingar í Vági skipa fyri almennum heilsuátøkum. Talan er bæði um rørsluátøk og átøk fyri sálarligu heilsuna. Ynski er, at hvør borgari hugsar um heilsuna og ger tað, sum hóskar viðkomandi. Tað er upp til hvønn einstakan, um viðkomandi setur sær stór mál og venur í móti hesum ella bert ert virkin 10 minuttir meira um dagin.

Enn eru nakrar vikur til Virkin Vágur byrjar, men longu nú kann upplýsast, at nógv rørslutiltøk verða. Áhugaverdir fyrilestrar og ymiskar kappingar verða eisini allan februar.

Address

Miðlatún

Vágsvegur 57
900 Vágur
Suðuroy

Date

01 Feb - 28 Feb Every: Mon
Tue
Wed
Thu
Fri
Sat
Sun

Price

Free