29 Oct
Eysturoy
Free
Annað

Vitan um vatn

x

Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus, og kunnu ikki stroymast aðrastaðir á Internetinum, og verða ei heldur ikki lagdir út alment aftaná. Tískil er einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin.

Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.

Yvirskrift: Viden om vand
Fyrilesturhaldari: professor i fysisk kemi Søren Rud Keiding, Institut for Kemi, Aarhus Universitet
Mál: Danskt
Kostnaður: Ókeypis atgongd
Í steðginum verður ókeypis drekkamuður at fáa.

Um fyrilesturin skrivar Aarhus Universitet:
Vand er ikke bare et simpelt molekyle. Hør om hemmeligheden bag vands mange forunderlige egenskaber, og hvordan vandmolekylerne i samspil med hinanden spiller en vital rolle i biologiske- og klimarelaterede processer på Jorden.

Address

Løkshøll

Rókavegur 1
620 Runavík
Eysturoy

Date

29 Oct 17:45

Price

Free