11 Oct
Tórshavn (capital)
75 - 150 DKK
Tónleikur

Yukka + AySay

x
Book now
Spennandi og fjølbroytt konsert við tónleiki, sum er sprottin úr ávikavist donsku/turkisku og egyptisku rótum listafólksins. Vit ferðast frá vøkrum nútímans fólktatónleiki til feitar hip-hop rútmur og rapp.

Sum liður í Diversity Week hjá Tórshavnar Kommunu, hava vit boðið tveimum sera spennandi listafólkum til Føroya.

AySay

Luna Ersahin er vaksin upp í eini tvímentaðari familju: mamman er donsk og páoin er kurdiskur/turkiskur. Hjá henni var tað eins vanligt at verða ballað um kvøldarnar til ”solen er så rød mor” sum til eina turkiska fólkavísu, spælda á ljóðførið saz. Sum hon eldist gjørdist tað alt týdningarmiklari hjá henni at finna útav, hvussu hon fann sína rødd; bæði persónliga men eisini í stóran mun tónlistaliga. Tað er úr hesi leitanin eftir samleika at AySay bleiv til.

AySay er ein trio, sum tekur støði í Luna Ersahin og samantvinnar fólkatónleik úr miðeystri við vesturlendska tónlist. Tekstirnir eru bæði danskir og turkiskir, og við at nýta bæði siðbundnar turkiskar rútmur og ljóðføri sum Saz og Darbuka og elektriskan gittara og sampling roynir trioin at káma mørkini ímillum eystur og vestur.

Yukka

Yukka hevur ofrað alt fyri sín tónleik. Frá einum degi til annan mátti hon rýma frá sínum lívi í Egyptalandi, eftir at hon í kjalarvørrinum av tí Arabiska Várinum byrjaði at brúka rapptónleik aktivistiskt í eini roynd at gera umheimin varugan við politiskar trupulleikar. Hendan kollveltingin í lívinum gjørdi at hon misti trúgvina uppá síni evni at úttrykkja seg ígjøgnum tónleikin, men kortini var tað rappið, sum hjálpti henni at finna seg sjálva aftur og byrjað lívið av nýggjum. “Rapp er sum ein góður vinur, sum var har fyri meg, tá eingin annar var tað” sigur Yukka, sum rappar á bæði enskum og arabiskum. Yukka kemur í Norðurlnandahúsið við knívsskørpum tekstum og beinhørðum tónleiki. Saman við henni er eitt glóðheitt toymi, sum telur ein dansara og feita diskaran DJ Aviaja.

Verið til reiðar til eitt stórt kvøld.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

11 Oct 20:00

Price

Book now

Vanligt 150 DKK

Lesandi 75 DKK