Tórshavn (capital)
List & Søvn

Aulan í Finsen

x

Mong eru havnarfólkini, sum hava sungið morgunsang í Auluni í gamla Kommunuskúlanum. Vit fegnast um, at fólk aftur sleppa inn í Auluna, og at hon er, sum hon altíð hevur verið. Listin hjá feðgunum Zachariasi og Williami Heinesen prýðir framvegis veggirnar og akustikkurin er enn einastandandi. Aulan er tískil sera væl eydnað til kórsang, sum hon í høvuðsheitum eisini skal nýtast til. Tó hóskar hon seg eisini sera væl til klassiskan tónleik umframt størri fyrilestrar og fundir.

Address

Tróndargøta 44
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)