Matur & Drekka

Heimablídni hjá Hildigarð, Sandur

x

HEIMABLÍDNI HJÁ HILDIGARÐ, SANDUR

Hjá Hildigarð følir tú teg akkurát sum heima. Hon bjóðar tær alt frá brunsj til matpakka ella døgurða.

Hildigarð ger flak í heimsklassa, sum maður hennara fiskar til høvið.

MATSKRÁ

Góður føroyskur døgurði, oftast flak úr økinum, epli v.m.: 300 kr. fyri hvønn

Góður matpakki, 4 hálvar við føroyskum viðskera: 155 kr. fyri hvønn

Góður drekkamunnur, kaffi, te, heimabakaðir bollar ella kaka ad libitum: 80 kr. fyri hvønn

Góður miðmáli, breyð við viðskera, sum oftast er alt føroyskt: 180 kr. fyri hvønn

Gott føroyskt kalt borðbreyð við ser-føroyskum viðskera eftir árstíðini, alt frá skerpikjøti til grind, turrum kjøti, turrum fiski v.m.: 400 kr. fyri hvønn

BÍLEGGING

Heimablíðni hjá Hildigarð má bíleggjast í so góðari tíð sum til ber, tó í seinasta lagi fyrrapart tann dagin tit koma.

Tú ert vælkomin at seta set í samband við okkum á  info@visitsandoy.fo ella 222 078.

Address

Runtagøta 1
210 Sandur
Sandoy

Upplatingartíðir

-

av