Annað

Bøur / Torgið í Bø

x

Bøur er ein bygd í Føroyum, ið er í Vágum vestan fyri Sørvági á norðara armi á Sørvágsfirði.

Tey gomlu húsini í bygdini liggja í einum trunka við smølum túnum ímillum, og vestast stendur hugnaliga kirkjan, sum er bygd í 1865. Útsýnið út móti Tindhólmi, Gáshólmi og Drongunum er helst eitt tað stórbærasta og vakrasta í Føroyum. Fram við strondini er ein lítil sandur, og síðan 1972 er loyvt at drepa grind her.

Bøur er gomul bygd, nevnd í Hundabrævinum frá um 1350, men er helst væl eldri. Hon er eisini gomul kirkjubygd, og í skrivligum keldum er nevnt, at kirkja var í Bø í 1710. Nær fyrsta kirkjan í Bø varð bygd er ikki greitt

Address


386 Bøur
Vágar

Contact

Website