Annað

Býráðshúsið í Norðragøtu

x

Nýggja og stásiliga býráðshúsið í Norðragøtu stóð liðugt í desember 2017. Arkitekturin handan bygningin er gøtumaðurin Ósbjørn Jacobsen, sum arbeiðir fyri donsku arkitektstovuna hjá Henning Larsen.

Bygningurin, ið somuleiðis er ein brúgv yvirum Eiðisá, ið rennur ígjøgnum Norðragøtu, er inspireraður av tí gamla føroyska byggistílinum; tey eyðkendu lágu svørtu húsini við flagtekju.
Tað serliga við innrættingini í býráðshúsinum, er sjálvur býráðssalurin, har runda glasgólvið gevur frítt sýni niður í ánna.

Býráðshúsið í Eysturkommunu hevur vunnið fleiri altjóða virðislønir. Tann nýggjasta er frá Chicago Athenaeum’s International Architecture Awards, har húsið vann virðisløn í bólkinum “kommunalir bygningar”.
International Architecture Awards heiðrar vakra og týðandi byggilist um allan heimin innan bólkar so sum almennir bygningar, skúlar, universitet, átrúnaðarligir bygningar, skrivstovu bygningar, listasøvn og mentanarligir bygningar.
Hetta er ikki fyrsta virðisløn, ið er latin til býráðshúsið í Eysturkommunu. Í fjør fekk býráðshúsið fyrstu heiðurslønina í bólkinum ‘Almennir bygningar’ í Global Architecture & Design Awards. Nakrar fáar mánaðir seinni fekk býráðshúsið eina virðisløn frá Architecture Master Prize í bólkinum ‘Stovnsbyggilist’.
International Architecture Awards hevur síðan 2004 latið heiðurslønir til stór avrik innan byggilist og stórbýarlist út frá einum globalum sjónarhorni.

– Vit eru væl nøgd við býráðshúsið og errin av, at okkara bygningur fær so góð ummæli, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri. Áhugin fyri at síggja býráðshúsið er stórur, bæði millum føroyingar og ferðafólk, so her hava eisini nógv fólk verið á vitjan.

Í samband við at fleiri og fleiri ferðafólk koma inn á gólvið í býráðshúsinum í Norðragøtu er avgjørt at skipa fyri rundvísing tveir dagar um vikuna. Hetta er fyri at órógva dagliga arbeiði hjá almennu fyrisitingini minst møguligt. Møguleiki er hjá ferðafólki at fáa rundvísing av býráðshúsinum hvønn týsdag kl. 16.00 og leygardag kl. 13.00. Kostnaður er 40 kr.

Borgarar eru sjálvsagt altíð vælkomnir inn á gólvið í vanligari arbeiðstíð at avgreiða síni viðurskifti við kommununa.

Address

Oyran 2
512 Norðragøta
Eysturoy

Upplatingartíðir

Tuesdays 16:00 - 17:00
Saturdays 13:00 - 14:00

av