Gisting

Kamping Trongisvágur

x

Kampingplássið í Trongisvági er uttanfyri ítróttahøllina í Trongisvági. Tað er pláss fyri 12 kampingvognum. Kostnaðurin er 200 kr. um náttina. Íroknað í prísinum er:

  • El
  • Vesið/baðirúm
  • Vaskimaskina og turkitrumla
  • Spælipláss
  • Uttandura sitiøkið

Kampingplássið er eisini tætt við viðarlundina í Trongisvági, har tað ber til at brúka uttandura grill-økið.

Bústaður:

Smærugøta 11, 826 Trongisvágur

Tað er neyðugt at bíleggja sær pláss. Hetta kann gerast hjá:

Visit Suðuroy – Tvøroyri

Telefon: +298 611080

Teldupostur: info@tvoroyri.fo

 

Hetta kmapingplássið er einans fyri kampingvognar – ikki fyri tjalding.

Address


826 Trongisvágur
Suðuroy

Upplatingartíðir

-

av