Trúarlív

Funnings Kirkja

x
Funnings og Porkeris kirkja eru tær yngstu, sum enn standa uppi, av hesum kirkjum, sum ofta verða nevndar tann gamla føroyska bygdakirkjan, við lágari grund, tjøraðum klædningi, hvítum vindeygum og flagtekju. Tær eru bygdar í 1847. Ætlanin var, at Funnings kirkja skuldi byggjast árið fyri, meslingar fóru at ganga, og sum altíð tá vóru teir ringir, fleiri fólk doyðu, og gjørt varð tí av, at steðgast skuldi við byggingini til næsta ár.
Funnings kirkja er fimta kirkja á Hólmanum. Kirkjan er eitt handverksligt meistaraverk frá 1847, ið er evna við listarligum tilviti bæði uttan og innan. Glógvandi litspælið í ellidæmda, ómálaða viðinum í væl skipaða kirkjurúminum gevur eina kenslu av lívgandi friðsælu. Í kirkjuni er ómálaður Kristusfigurur frá fyrstu kirkjuni, sum varð bygd umleið 1690.
24. oktober 1847 boðar Nesprestur, O.F.C. Jørgensen, Pontoppidan prósti í Sandagerði frá, at kirkjan er liðug og at hon kann vígast sunnudagin 31. oktober, um tað liggur fyri hjá próstinum. Tað man tað so hava gjørt, tí henda dagin eru tvey børn doypt.
Væl er eisini lagt uppfyri, tá ið nýggj og størri kirkja varð bygd í 1847. Tann gamla kirkjan var 19×8 alin, tann nýggja 20×11 alin. Umroknað til metrar er tann gamla kirkjan 60 fermetrar, tann nýggja 87.
Eftir sýninum at døma er núverandi kirkjan tann fyrsta, sum hevur havt timburklædning og møguliga eisini tann fyrsta, sum hevur havt torn.
Formaður fyri arbeiðinum var Jákup Andreassen úr Syðrugøtu.
[KELDA: J. P. Gregoriussen, Gomlu Trækirkjurnar]

Formaður í kirkjuráðnum:
Sámal Petur Petersen, Niðri í Túni 1,  475  Funningur, tlf. 42 32 11 & 26 41 54
T-postur: funnings(at)kirkja.fo

Upplatingartíð:
Opið eftir avtalu við kirkjuráðið, Sámal P. Petersen tel. 26 41 54.
Kirkjugonga sunnudag
(summarhálva) kl.11 (Onkuntíð, um prestur er, verður Guðstænastan flutt til kl.11.30 (vetrarhálva) kl.12

Les meira um kirkjuna í Funningi HER 
Les meira um Funning HER

Address

Niðri í Túni 1
475 Funningur
Eysturoy

Upplatingartíðir

-

av