Nólsoy
List & Søvn

Báturin hjá Ova - "Diana Victoria"

x

Báturin hjá Ova – Diana Victoria

Heimskendi nólsoyingurin Ove Joensen, legði til brots úr Nólsoy 1. juli 1986 í 5-mannafarinum Dianu Victoriu. Hann hevði sett sær fyri at rógva teinin til Danmarkar. Eftir 41 dagar á sjónum legði Ove at á Langelinie í Keypmannahavn 11. august. Tá hevði hann róð 900 fjórðingar.

Ove Joensen legði navn til Ovastevnuna, ein bygdastevna í Nólsoy fyrst í august á hvørjum ári, har bygdafólkið og túsundtals vitjandi heiðra legenduna Ova Joensen.

Ein framsýning er gjørd Ova Joensen til heiðurs í kjallaranum á Kunningarstovuni. Her stendur báturin Diana Victoria, ið førdi hann vegin fram, umframt myndir, sum lýsa túrin og sjóleiðina.

Opið eftir avtalu. Spyr á Kunningarstovuni, tlf. 52 70 60 ella send t-post: info@visitnolsoy.fo  Eisini kunnu vit veita ferðaleiðarafrásøgn eftir avtalu.

http://https://www.bbc.com/news/magazine-33176857

 

Address

Kunningarstovan í Nólsoy

Í Túni 11
270 Nólsoy
Nólsoy

Upplatingartíðir

on demand -

av