Norðoyggjar
Áhugaverd støð

Ein dropi í lívsins havi

x

Minnisvarðin í Svínoy.

Minnisvarði fyri tey, sum eru farin í vanlukkum í Svínoy, og hetta er skipað so langt aftur í tíðina, sum skrivligar keldur greiða frá vanlukkunum.

Tað er farið heilt aftur til 1739 og fram til 1984. í hesum tíðarskeiði eru 51 menn og ein kvinna farin.

Svínoy hevur verið hart rakt av bátsvanlukkum. Í tíðarskeiðnum 1861-1913 gingu seks Svínoyarbátar burtur við tilsamans 24 monnum.

Listarmaðurin Edward Fuglø hevur sniðgivið minnisvarðan, sum er framleiddur í Týsklandi.

Minnisvarðin var avdúkaður á sumri 2019.

Address


765 Svínoy
Norðoyggjar

Contact

Website

Upplatingartíðir

-

av