Áhugaverd støð

Fiskieiði

x

Fiskieiði verður eisini nevnt Hvalbiareiði. Fiskieiði er gomul lending og fiskikaj í Hvalba. Eftir at nýggi bátahylur varð bygdur í Hvalba, verður hendan lendingin ikki longur brúkt sum atløgubryggja, men er í høvuðsheitum eitt ferðamál. Fiskieiði liggur í sera vøkrum náttúruøki.

Tað ber til at koyra allan vegin til Fiskieiði. Tá ið tú koyrir eftir Bíarvegi í Hvalba, sært tú eitt skelti, ið vísir til Fiskieiði. Fylg vegnum, inntil tú kemur til staðið.

Address


0

Contact

Website

Upplatingartíðir

-

av